Gå til hovedindhold

Aðalfundur 27. mars kl 15:00 2022

Sambært nevndarsamtykt, verður hervið boðað til ársaðalfund felagsins sunnudagin tann 27. mars 2022 kl. 15.00. Fundurin verður hildin í Skúlanum á Trøðni á Frælsinum 32 í Tórshavn.

 

Skrá sambært viðtøkunum.

 

Skrá

  • Val av fundarleiðara
  • Frágreiðing formansins
  • Uppskot um arbeiðsætlan
  • Góðkenning av roknskapi
  • Innkomin mál
  • Val av nevndarlimum (í ár formaður og tveir nevndarlimir)
  • Val av tiltakslimum
  • Val av grannskoðara
  • Ymiskt

Vit hava, sum altíð, brúk fyri fleiri sum ynskja at hjálpa til :)

Vit vóna at nógv møta upp til aðalfundin, og at onkur er, sum hevur hug at vera við í nevndararbeiði ella at hjálpa til í samband við tiltøk.

 

Fyri at lætta um fyriskipanina, so hevði verið gott, um boðað varð frá luttøku í seinasta lagi hósdagin 24. mars. Melda til her

 

Vegna nevndina

Formaðurin

Hallur Thomsen