Gå til hovedindhold

Ársins jólahugnið 13. Desember kl 14:00

Kæru limir, 

Sclerosufelagið vil við hesum bjóða til jólahugna tann 13. desember kl. 14.00 á Hotel Hilton.  Í ár hevur Sclerosufelagið valt at hava ein øðrvísi jólahugna, ið verður á Hotel Hilton á Staravegi 13 í Tórshavn. Her verður bjóðað til ein høvuðsrætt, ið verður konfiterað og stokt dunnulær við glaseraðari reyðrót, urtablandi, dunnusós og eplum afturvið.  Omaná verður mandlurís við kirsuberjasós. Í ár kemur Ólavur á Váli at spæla nøkur løg. Eisini vænta vit, at jólamaðurin finnur veg á hotellið.  Við vón um góða undirtøku, hóast almennu tilmælini, fer nevndin at heita á tykkum øll um at boða frá luttøku til tiltakið, antin við at senda teldupost til sclerosufelag@sclerosufelag.fo ella við at ringja á telefon 598783 innan 6. desember- Við jólaheilsu,Nevndin í Sclerosufelagnum