Gå til hovedindhold

Endurvenjingarskeiðið í viku 47

Góði limur,

 

Boð eru komin frá Klaksvíkar sjúkrahúsið, um nýtt skeið við endurvenjing í viku 47.

Sí tekstin niðanfyri.

 

Blíðar heilsur,

Sclerosufelagið,

Hallur Thomsen, Formaður.

"Góðan dagin,

Kunning.

Á Klaksvíkar Sjúkrahúsi eru vit, í samstarvi við Haslev Sclerosecenter og Neurolog við Sleroce sum sergrein, farin í holt við intensiv endurvenjingartilboð til fólk við Sclerosu.

Skeiðið varar í 3 vikur, har tú fært bjóða kost og logi á staðnum. Tað verður í høvuðsheitum vant í holdum, har fokus er á styrki, úthaldni, koorkinatión, javnvág, ADL venjingar, kognitivar venjingar og avspenning. Umframt venjing eru ymisk upplegg, m.a. við logopedi, kostráðgeva, um hjálpartól o.a.

Tvørfakliga toymi, sum er knýtt at skeiðnum er: neurologur, fysioterapeutar, ergoterapeutar, heilsurøktari og sálarrørsluviðgeri.

Málbólkur:

Skeiðið er fyri borgarir við MS, sum eru sjálvhjálpin í mun til flytingar og persónligt reinføri.

Hvat krevst fyri at sleppa á endurvenjingarskeiðið:

Hevur tú fingið staðfest MS, nýtist bert ávísing frá egnum lækna; hevur tú ikki fingið endaliga staðfest MS, krevst ávísing frá neurologi.

Tó tað er bólkavenjing verður dentur lagdur á at tilpassa venjingina/viðgerðina tí einstaka.

Næsta skeið byrjar í viku 47.

 

PS. Ein faldari, sum lýsir tilboðið neyvt verður sendur tykkum í næstum.

Um tit eru áhugaði eru tit vælkomin at vitja Fysiurgisku Deild á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Soleiðis kunnu tit fáa betri innlit í hetta tilboð og annars síggja hvussu venjingin verður skipað, og hvørjar karmar og útgerð vit hava.

Vinarliga

Benadicta Sólheim Ellingsgaard

Deildarleiðari, Fys Deild

Tlf. 00298 404668

benadicta@ks.fo "