Gå til hovedindhold

Jólahugni sunnudagin 24. november

Vit vilja hervið bjóða til jólahugna sunnudagin 24.november kl 15.00. í Skúlanum á Trøðni! Verið vælkomin og havi góða lagið við. Vit fara at hugna okkum við práti, sagt verður frá søgu, jóla góðgæti, einum góðum drekkamunni við rísalamande, burturlutan og syngja jólasálmar/sangir, so vit koma í tað rætta jólalagið, nú tað stundar til jóla. Eisini vænta vit, at jólamaðurin finnur út til okkara. Við vón um góða undirtøku fara vit at heita á tykkum um at boða frá luttøku við at fylla frymilin út niðri undir tekstinum her. Vinarliga melda teg til antin við senda teldupost til sclerosufelag@sclerosufelag.fo ella við at ringja 59 87 83.