Cafékvøld hóskvøldið 26. apríl kl 19
Góði limir,
Hóskvøldið 26. apríl kl 19 verður cafékvøld í húsinum hjá Megd á Íslandsvegi 10c í Tórshavn.
Vit fara at vísa ein stuttfilm, ið kallast Sclerose - Ingen Hindring.
Filmurin snýr seg um Francisku Vesterholm, sum er spinning og fittness instruktør. Franciska fekk staðfest sclerosu í 2012 og valdi at droppa heilivágin og í staðin raðfesta ítróttin.
Eisini fáa vit vitjan av Holgar Jacobsen, sum kemur at syngja nakrar sangir fyri okkum.
Øll eru hjartaliga vælkomin.